2024-08-22 23:35

Fleiri ferðir seinastu mánaðirnar hevur Ísland verið rakt av eldgosum, og nú hendi tað aftur.
Aftur hesaferð er tað nærhendis býnum Grindavík á Reykjanesi. Um 22 tíðina í kvøld varð undantaksstøða lýst, og íbúgvarnir í býnum vórðu fluttir burtur.
Verjugarðar eru settir upp móti Grindavík og eisini móti orkuverkinum Svartsengi. Enn er ógreitt hvønn veg grótbræðingin rennur.
Hetta er fimta eldgosið í økinum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald