Innanlands

Springaradrápið í løgtingið

Kaj Leo Holm Johannesen vil vita um lógarbrot vórðu framd í springaradrápinum í Hvalvík

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-17 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur verið nógv frammi um springaradrápið í Hvalvík í síðstu viku, tá gott 200 springarar vórðu dripnir. Nú hevur hann sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum, ein skrivligan fyrispurning um springaradráp.

Hann spyr millum annað hvørjar lógarásetingar eru galdandi fyri springaradráp og um somu lógarásetingar eru galdandi fyri grindadráp. Eisini spyr løgtingsmaðurin um Høgni Hoydal hevur nakrar ætlanir at leggja uppskot fyri tingi, sum bannar springaradrápi.

Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvørjar reaktiónir landsstýrismaðurin og almennu Føroyar hava fingið uttanlands í sambandi við springaradrápið í Hvalvík.

Til síðst spyr Kaj Leo Holm Johannesen um brot varð framt á lógina í springaradrápinum í Hvalvík 11. september.

Ófantaliga leingi
- Tað, sum er serligt við hesum springaradrápinum er m.a., at talan er um nógvar springarar og avlívingin av nøkrum av springarunum fer fram ófantaliga og leingi, skrivar Kaj Leo í viðmerkingunum til fyrispurningin.

- Av tí, at talan er um springarar, sum líkjast delfinum, sum vanliga verður fatað sum eitt intelligent kelidjór og milliónir av børnum elska hesi djórini umvegis djóragarðar, uppvísingarparkir, barnabløð og barnafilmar, ja so stendst altjóða øsing av hesum.

- Spurningurin er tí ikki bara, hvat vit hava rætt til sum tjóð, hvat er politiskt korrekt og hvørt springaraveiða er burðardygg ella ikki - men at vit tora at siga frá og taka eitt skilagott val, øllum landinum at gagni, sigur tingmaðurin.

Skrivligir fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrka dagar eftir, at teir eru latnir inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder