Mentan

Sprota-bøkur út á stóran ljóðbókapall

Sprotin hevur gjørt avtalu við donsku stroymingartænastuna Mofibo, sum er við at menna seg til stóran altjóða leikara

2021-06-17 11:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sprotin hevur skrivað sáttmála við Mofibo um stroymingartænastu. 60 tær fyrstu ljóðbøkurnar eru tøkar. Nakrar eru gamlir kenningar, men fleiri eru nýggjar og nógvar nýggjar eru í umbúna. Tað boðar bókaforlagið frá í tíðindabrævi.

Ljóðbøkur hava ongantíð verið so populerar sum nú. Orsøkin er einføld – vit skulu hava alt, alt, alt við. Vit skulu stappa undirhald ella innihald inn ígjøgnum oyruni, meðan vit arbeiða við hondum ella flyta okkum. Tú kanst ikki seta teg í frið og náðum at lesa eina bók, tí so hevur tú ikki stundir at venja, gerandisdagurin krevur sítt, men tú tú ert øgiliga forvitin at lesa hetta og hatta. Ferðin er nógv, snúningstalið hækkandi.

Ljóðbókin loysir knútin – tú kanst gera alt hetta OG hoyra søguna. Tú spákar ein tíma og fært bókina inn í oyruni um somu leið. Pendlar tú, er ljóðbókin eitt fínt alternativ til KvF. Øgiliga effektivt, øgiliga rationelt, sum vit vilja hava alt at vera í okkara fjaltraðu tíð.

Sprotin fór at leggja ljóðbøkur út á heimasíðuna í 2012 og hevur nú 70, men tíðin er nú farin frá tí tøknini – nú er stroyming loysnin. Tí er alt tilfarið tøkniliga í nýggjum sniði, og tær fyrstu 60 bøkurnar eru nú komnar á Mofibo.

- Ljóðbókapallarnir eru so mangir, men vit hava skrivað sáttmála við Mofibo, tí so nógvir føroyingar brúka júst tann pallin at leita eftir ljóðbókum. Mofibo kenna nógv sum danskar og enskar ljóðbøkur, men har eru onnur mál og á øllum málunum samanlagt fleiri túsund ljóðbøkur. Nú fær pallurin eitt mál aftrat: okkara! Vit royna at skora føroyskt inn á teir pallar, har vit kunnu, tað er leiðin fram, skrivar Sprotin í tíðindabrævi. 

Allar ljóðbøkurnar eru savnaðar á sprotin.fo og mofibo.dk. Vilt tú lurt eftir ljóðbókum ber til at tekna hald á mofibo.dk.

Millum tær 70 Sprota-bøkurnar, sum longu eru tøkar eru nógvar av teimum nýggjastu, men her síggjast eisini klassikarar, sum fólk kenna frá útvarpshøpi við farnum meistarum í upplestri, so sum Einar Joensen, Marius Johannesen, Oskar Hermanson, Olivur Næs, Sveri Egholm og Hans Thomsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder