- Og tá tekur hann eina reyða hýtu fram og spyr meg, "kann eg royna hesa hýtuna á teg".
Soleiðis skrivar ein limur í Facebookbólkinum Kvinnur í Føroyum. Hon hevur valt at gera seg dulnevndan og tí ber illa til at vátta søguna. Vit hava verið í samband við løgregluna, men vakthavandi í kvøld upplýsir, at eingin fráboðan er komin um málið.
- Eg má líka boða frá einari hending mánadagin 13. januar umleið klokkan 16.30 í Runavík.
- Eg gekk heim frá arbeiði og tá eg kom til "Hjá Rafik", í millum skúlan og frítíðarskúlan á Glyvrum, var ein lítil gráur bilur parkeraður við síðuna av vegnum. Í bilinum sat ein eldri maður, sigur viðkomandi, og metir mannin at vera um 70 ára aldur.
Í viðmerkingunum undir uppslagnum á "Kvinnur í Føroyum", sæst at kvinnan sum skrivar er 19 ár.
- Tá eg gangi framvið bilinum rullar viðkomandi vindeyga niður og niður meg líka koma yvir til hansara. Eg fari so yvir og sigi "ha?" Og tá tekur hann eina reyða hýtu fram og spyr meg "kann eg royna hesa hýtuna á teg?".
Hon greiðir víðari frá, at hon hugdi løgið eftir manninum og gekk frá staðnum. Maðurin koyrdi frá staðnum beint aftaná.
- Eg var alt for sjokkera til eingongd at hugsa um at taka mynd av bilinum ella hyggja at nummarplátuni, skrivar hon og kemur við áheitan.
- Góðu foreldur sum hava børn sum ganga í frítíðarskúlanum á Glyvrum, ella generelt børn sum ganga sjálvi handan vegin, havi tað í huga at ein eldri maður í einum lítlum gráum bili kann standa parkeraður har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald