Fríggjadagin 29. mai – knappar níggju mánaðar eftir løgtingsvalið 31. august – vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, at samgongan missir undirtøku millum veljararnar.
Spyr.fo spurdi fríggjadagin 500 veljarar um hvat tey høvdu valt, um løgtingsval var í dag.
Úrslitið er, at samgongan missir meirilutan á tingi, og at tað er Javnaðarflokkurin, sum hevði verið tann stóri vinnarin.
Heili 27,1 prosent av veljarunum siga seg velja Javnaðarflokkin, um val hevði verið í dag. Hetta gevur Javnaðarflokkinum 9 sessir á tingi – tveir fleiri enn flokkurin hevur nú.
Við stóru framgongdini hjá Javnaðarflokkinum – 4,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið – fær andstøðan yvir 53 prosent av atkvøðunum og 17 umboð og meiriluta á tingi.
Andstøðuflokkarnir Framsókn og Tjóðveldi ganga eisini fram.
Framsókn stendur til at fáa 6,0 prosent av atkvøðunum, 1,4 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum, meðan framgongdin hjá Tjóðveldi er evarska lítil: 18,2 prosent er 0,1 prosentstig meira enn til valið.
Tekur frá Miðflokkinum og Sjálvstýri
Teir flokkarnir, sum missa tingsessir til Javnaðarflokkin, eru Miðflokkurin og Sjálvstýri. Allir hinir flokkarnir fáa sama tingsessatal sambært kanningini.
Sjálvstýri gongur 1,3 prosentstig aftur og undirtøkan er nú 2,1 prosent, sum ikki er nokk til umboðan á tingi. Hóast Sjálvstýri ofta missir sína umboðan á tingi í slíkum veljarakanningum, so hevur flokkurin ongantíð, síðan Spyr.fo byrjaði at gera regluligar veljarakanningar fyri Portalin á vetri 2018, havt so lítla undirtøku sum nú.
Samgongan missir
Teir tríggir samgonguflokkarnir ganga allir aftur.
Fólkaflokkurin missir 1,6 prosentstig og er nú næststørsti flokkur við 22,9 prosentum, Sambandsflokkurin missir 1,0 prosentstig og fær nú 19,4 prosent av atkvøðunum meðan Miðflokkurin missir 1,1 prosentstig og stendur nú at fáa 4,3 av atkvøðunum.
Seinast Spyr.fo gjørdi kanning fyri Portalin var 15. november. Tá var tendensurin eisini ein framgongd til andstøðuna – Sjálvstýri undantikið – men utslagið ikki so stórt. Eisini sást afturgongd til Fólkaflokkin og Miðflokkin í minni mun, meðan Sambandsflokkurin hevði framgongd.
Sí grein frá november: Samgongan heldur skansan
Munurin á teirri kanningini og nýggjastu kanningini er, at ónøgdin við sitandi stýri er nógv meira týðulig nú, og hon sær út til at mynda seg í stórari undirtøku til serliga Javnaðarflokkin.
Tjóðveldi sær ikki út til at vera komið yvir bakkalúaran, sum flokkurin fekk frá veljarunum fyri níggju mánaðum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald