Fleiri veljarakanningar vórðu hesaferð gjørdar undan fólkatingsvalinum 5. juni, og misjavn var, hvussu tær raktu tá endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum lá klárt beint áðrenn klokkan 23 í gjárkvøldið.
Spyr.fo í samstarvi við Portalin gjørdi flest kanningar. Síðan 23. februar kunngjørdi Portalurin seks kanningar, har Spyr.fo spurdi beinleiðis, hvat fólk ætlaðu at atkvøða til fólkatingsvalið.
Ein ávís variasjón var í úrslitunum, men felags var, at Sambandsflokkurin varð mettur at fáa umboðan í øllum uttan teirri síðstu, ið varð kunngjørd tveir dagar undan valinum, tá Sambandsflokkurin varð dømdur til at missa tepurt til Fólkaflokkin.
Við at hyggja eftir hvussu nógv prosentstig kanningarnar vóru frá veruliga úrslitinum og telja tey saman, so sæst, at Spyr.fo var nógv tættast, serliga í teimum seinastu kanningunum undan valinum.
Kanningin, sum kom at liggja tættast veruliga úrslitinum, var tann, sum varð gjørd eina góða viku undan valinum. Kanningin frá 26. mai og kunngjørd 28. mai rakti rímiliga rætt, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fór at vinna, men undirmetti Fólkaflokkin. Henda kanningin var tilsamans 7,0 prosentstig frá sjálvum valúrslitinum.
Kanningin, sum Spyr.fo gjørdi beint undan valinum gav Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum sessirnar, tann seinna í tøttum stríði við Sambandsflokkin. Hendan var 8,6 prosentstig tilsamans frá veruliga úrslitinum. Her var tað serliga Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, sum vóru skeivt mett.
Vágaportalurin og Kringvarpið kunngjørdu eisini hesa vikuna veljarakanningar, sum ávikavist Lóður og Gallup høvdu gjørt.
Gallupkanningin rakti rætt í mun til hvør fór at verða valdur, men var 14,5 prosentstig tilsamans frá endaliga valúrslitinum. Henda kanningin ’rakti’ Sambandsflokkin, men var rættiliga langt frá veruliga úrslitinum hjá Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum
Lóður metti í síni kanning, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fóru at vinna valið. Her rakti kanningin ikki veruliga úrslitinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.
|
Val-úrslitið |
Spyr.fo |
Lóður |
Gallup |
Spyr.fo |
A |
23,8 |
-0,5 |
1,0 |
4,7 |
3,5 |
B |
28,3 |
4,3 |
0,6 |
0,7 |
-0,9 |
C |
25,5 |
0,0 |
3,4 |
2,1 |
-0,7 |
D |
1,3 |
-0,3 |
-0,1 |
-1,8 |
-1,1 |
E |
18,6 |
-2,7 |
-5,0 |
-3,6 |
-0,4 |
F |
2,5 |
-0,8 |
0,1 |
-1,6 |
-0,4 |
Frávik |
8,6 |
10,2 |
14,5 |
7,0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald