Uttanlands

Squishies leikurnar eru fullar í farligum kemiskum evnum

Squishies eitra og kunnu skaða livrina og nøringarførið hjá børnum

2018-06-20 10:12 Author image
Oda Strøm
placeholder

Farligu evnini í leikunum Squishies kunnu skaða livrina og nøringarførið.

Tað ávarar danska Miljøstyrelsen um í tíðindaskrivi, og heitir á fólk um at koyra burtur allar Squishies leikurnar í heiminum og ikki keypa nýggjar.

- Fyri at vera ansin halda vit, at tað er rættast at mæla forbrúkarunum til at halda seg heilt burtur frá skúmleikunum Squishies, inntil trygd er fyri, at leikan ikki er eitrandi, sigur skrivstovustjórin Magnus Løfstedt frá Miljøstyrelsen.

Miljøstyrelsen hevur kannað tvey sløg av Squishies, sum vórðu greinað fyri avgassing av kemiskum evnum, og tað vísir seg, at allar 12 vørurnar góvu skaðilig evni av sær í so stórum nøgdum, at tað er vandamikið fyri børn at spæla við leikurnar í longri tíð, skrivar TV2. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder