Innanlands

SSL avlýsir á tveimum farleiðum í dag

Eitt nú avloysir Smyril túrar

2019-01-16 11:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandfaraskip Landsins boðar á heimasíðu síni frá, at avlýsingar eru á tveimum farleiðum í dag.

Fyri veður siglir Smyril ikki túrarnar av Havnini kl. 16 og av krambatanga klokkan 18:45. Siglt verður av Havnini kl. 21:15 í kvøld.

Leið 58 avlýsir eisini. Fyri veður verður túrurin úr Hvannasundi klokkan 14:45 til Svínoy og Fugloy ikki sigldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder