Innanlands

SSL avlýsir bussleið

Koyrt verður ikki úr Fámjin til Sandvíkar

2018-10-12 15:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandferðslan hevur longu avlýst tríggjar farleiðir á sjónum, og nú er ein á landi eisini avlýst.

Á heimasíðu síni boðar SSL frá, at bussleið 701 ikki koyrir meira fyri veður. Hetta er bussleiðin úr Fámjin, umvegis Tvøroyri og norður til Sandvíkar.

Til ber at fylgja við ávlýsingum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder