Innanlands

SSL ger tillagingar á raksturin

Økta ferðin á føroyska búskapinum hevur lagt trýst á kostnaðarstøðið á tænastuveitingum til SSL

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-17 07:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Økta ferðin á føroyska búskapinum hevur lagt trýst á kostnaðarstøðið á tænastuveitingum til SSL. SSL hevur gjørt vart við hetta seinastu árini. Fyri at kunna halda sama støði í trygd og viðlíkahaldsarbeiði, bað SSL í umbøn um rakstrarjáttan fyri 2019, um eina hækking uppá góðar kr. 4 mio.

Soleiðis skrivar Strandferðslan nú boðar verður frá at tillagingar verða gjørdar á raksturin.

Strandferðslan skrivar, at umbønin um rakstrarjáttan á góðar 4 mió. kr. tíverri ikki vann frama . Ei heldur eydnaðist at koma ígjøgnum við eini eykajáttan áðrenn Tingið fór í summarfrí. SSL harmast sjálvandi í komnu støðuna.

Til tess at halda sína lógarásettu skyldu um, at samsvar skal vera millum játtan og rakstur, fer SSL frá 1. juli at fremja ymiskar tillagingar í rakstrinum.

Átøkini, sum verða sett í verk eiga sjálvandi at føra við sær minst møgulig árin á samferðsluna. Sparingarnar verða sostatt spjaddar javnbýtt millum oyggja- og bygdaleiðirnar umframt umstingarligar tænastur og virksemi í SSL. Millum annað er avgerð tikin um at seta sparingarnar í verk í fyrsta lagi frá 1. juli, fyri at sleppast kann undan, at skúlabørn og næmingar verða rakt nú summarfrítíðin nærkast í hvørjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder