Uttanlands

ST: Fólkatalið fer at minka áðrenn 2100

Sambært frágrieðing hjá ST verða vit 10,3 milliardir fólk í heiminum miðskeiðis í 2080unum, men áðrenn 2100 er fólkatalið minkað niður í 10,2 milliardir

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2024-07-13 18:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni búgva 8,2 milliardir fólk í heiminum, og miðskeiðis í 2080unum verða vit 10,3 milliardir.

Men síðani fer fólkatalið at minka niður í 10,2 milliardir áðrenn ár 2100, verður sagt í frágreiðing hjá ST.

Tað eru seks prosent - ella 700 milliónir - færri, enn mett varð í einari líknandi ST-frágreiðing frá 2013, har mett eisini varð, at fólkatalið ikki fór at minka í hesari øldini, skrivar Ritzau.

Orsøkin er m.a., at gitnaðarførið fer at minka í nøkrum av størstu londunum, eitt nú Kina.

Sambært frágreiðingini hjá ST býr ein fjórðingur av heimsins fólkatali í londum, har fólkatalið longu er komið upp á tað hægsta. Talan er um 63 lond sum eitt nú Kina, Russland, Japan og Týskland.

Í 48 øðrum londum, har tilsamans tíggju prosent av heimsins fólkatali búgva, væntast fólkatalið at nøkka toppinum millum 2025 og 2054. Talan er m.a. um Brasil, Iran og Turkaland.

Í 120 londum - m.a. India, Indonesia, Nigeria, Pakistan og USA, væntast fólkavøksturin at halda fram eftir 2054 og møguliga inn í næstu øld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder