
Fríggjadagin tók ein meiriluti á ST-aðalfundinum undir við at seta ein palestinskan stat uttan Hamas á stovn.
142 lond samtyktu eina yvirlýsing, sum hevur sum mál, at ein tveystatsloysn við einum palestinskum stati skal gerast veruleiki - tó uttan leiðslu av Hamas.
10 lond - harímillum Ísrael og USA - atkvøddu ímóti. 12 lond atkvøddu ikki, skrivar Ritzau.
Yvirlýsingin fordømir eisini álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023 og heitir á Hamas um at lata seg avvápna. Í yvirlýsingini verður eisini kravt, at Hamas skal lata allar gíslar leysar, sum eru eftir í Gaza.
Yvirlýsingin varð fyrstu ferð løgd fram fyri ST-limalondunum í juli. Hon varð løgd fram av Fraklandi og Saudiarabia.
Ísrael hevur fleiri ferðir funnist at ST fyri ikki at fordøma álopið hjá Hamas, men nú hevur ein meiriluti av ST-londunum gjørt greitt, at tey taka frástøðu frá álopinum 7. oktober 2023.
Umleið ein triðingur av teimum 193 limalondunum í ST viðurkenna Palestina sum ein stat, hóast tað eru ymiskar leiðslur í palestinsku økjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald