
ST fer aftur at seta í verk revsitiltøk móti Iran. Revsitiltøkini fara í gildi klokkan eitt í nátt okkara tíð - tað er leygarkvøldið klokkan 20 í New York, har ST-aðalfundur verður hildin í hesum døgum.
Royndin hjá Kina og Russland at fáa útsett revsitiltøkini fekk ikki undirtøku frá meirilutan í ST-trygdarráðnum.
Revsitiltøkini hava m.a. við sær, at iransk ogn í útlondum verður innifryst, og at keyp og søla av vápnum verður steðgað. Iranskir peningastovnar, orkugeirin og kjarnorkuætlanin verður eisini rakt, skrivar Ritzau.
Tað eru Frakland, Týskland og Stórabretland, sum ynskja at seta revsitiltøkini í gildi aftur, og fóru tey undir tilgongdina at fáa revsitiltøkini í gildi aftur fyri umleið einum mánað síðani.
Tey trý londini leggja Iran undir at hava brotið eina avtalu frá 2015, sum skuldi forða tiemum í at menna eina kjarnorkubumbu. Iran vísir aftur, at landið roynir at skaffa sær kjarnorkuvápn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald