Uttanlands

ST: Stórt trot á brennievni í Gaza

Herfyri komu 75.000 litrar av brennievni inn í Gaza, men ST hevur tørv á fleiri hundrað túsund litrum um dagin fyri at halda fram við hjálpararbeiðnum í økinum

Oljubilur avmyndaður við markið millum Gaza og Egyptaland í februar (Mynd: EPA)

Oljubilur avmyndaður við markið millum Gaza og Egyptaland í februar (Mynd: EPA)

2025-07-13 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er stórt trot á brennievni í Gaza, ávara sjey ST-felagsskapir um.

– Eftir nærum tvey ár við kríggi stendur fólkið í Gaza yvirfyri ógvusligari trongd, harundir matvøruótryggleika, siga felagsskapirnir m.a. í felags fráboðan.

– Tá brennievnið er uppi, leggur tað eina ótolandi nýggja byrðu á eitt fólk, sum er á hungursmarkinum.

Felagsskapirnir vísa á, at brennievni er neyðugt fyri at reka sjúkrahús, vatnskipanir, sanitetsskipanir, sjúkrabilar, bakarí og øll humaniter átøk, siga felagsskapirnir m.a. í felags fráboðan.

Síðan kríggið í Gaza byrjaði hevur verið trot á brennievni, og 10. juli varð boðað frá, at tað eydnaðist ST at veira brennievni til Gaza fyri fyrstu ferð í 130 dagar.

Talan var um 75.000 litrar av brennievni, men sambært talsfólki hjá ST var hetta ikki nóg mikið til at nøkta orkutørvinum í bara ein dag.

ST og samstarvsfelagir teirra hava tørv á fleiri hundrað túsund litrum av brennievni um dagin fyri at kunna halda fram við lívbjargandi arbeiðnum, sigur talsfólkið sambært Reuters.

ST-felagsskapirnir koma tí við áheita um at loyva nóg mikið av brennievni inn í Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder