Innanlands

Stak friðarlig mentanarnátt í Havn

Hóast nógv fólk vóru í býnum, merkti løgreglan ikki nógv til hetta

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-08 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv var á skránni í gjár í sambandi við mentanarnáttini í høvuðsstaðnum, sum eisini verður rópt "lítla ólavsøka", og sambært løgregluni vóru eisini nógv fólk í býnum bæði í gjár og í nátt.

Løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum, sum vanligt er, tá tað er vikuskifti, og hava tey eisini havt nøkur eyka fólk úti í sambandi við mentanarnáttini.

Men hóast nógv fólk vóru í býnum, hevur náttin verið stak friðarlig.

- Nógv fólk hava verið í býnum, bæði í sambandi við mentanarnáttina og fótbóltsdyst, men tað hevur verið púra friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder