2018-12-25 10:25
Jólaaftan hevur ofta havt avbjóðingar við sær fyri løgregluna, men í ár var stak friðarligt.
- Her er sum so einki hent. Ein ringdi inn í gjárkvøldið, men tað vísti seg ikki at verða tað heilt stóra. So her hevur verið stak friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan plagar ofta hava avbjóðingar við fullum fólki jólaaftan, men tíbetur var hetta eingin trupulleiki í ár.
Onkur hevur etið ov nógv av jóladøgurðanum, er blivin illa til passar og er farin á sjúkrahúsið, men annars valdaði friður jólaaftan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald