Innanlands

Stak friðarligt vikuskifti

Hóast nógv tiltøk hava verið um vikuskiftið, hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-05 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava nógv tiltøk verið kring landið, og í hesum sambandi hevur eisini verið rættiliga nógv av fólki í býnum. Eitt nú varð skipað fyri "Ein dagur á Grynnuni" í Havn, á Toftum var bátafestivalur, og í Vági var tónleikastevna.

Men hóast tað hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.

Tey hava kortini havt fitt av arbeiði við at hjálpa fólki, sum vóru avdottin uttanfyri ella vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi, og í fleiri førum mátti løgreglan koyra tey til hús eisini.

Annars hevur einki mál verið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder