Innanlands

Stak friðarligt vikuskifti

Lítið av fólki hevur verið í býnum, og skeinkistøðini stongdu fyrr enn vanligt – Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt í Eysturoyartunlinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-06 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin mæltu myndugleikarnir til at vísa serligt varsemi komandi dagarnar orsakað av koronustøðuni. Nógv tiltøk, sum skuldu vera um vikuskiftið vórðu avlýst, og fyri at fylgja tilmælini frá myndugleikunum gjørdu skeinkistøðini av at steingja fyrr enn vanligt.

Og líkt er til at fólk hava tikið tilmælini til sín, tí hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.

Bæði í nátt og leygarnáttina var lítið av fólki í býnum, og stongdu skeinkistøðini um midnáttarleitið.

– Ikki so langt eftir midnátt var púra friðarligt í Havnini, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan eisini gjørt ferðslukanningar í Eysturoyartunlinum, og í hesum sambandi varð bert eitt mál skrivað.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 101 km/t, hóast mest loyvda ferðin var 80 km/t. Tað gevur eina bót á 1.500 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder