2019-02-08 09:24
Fólk úr Sundalagnum hava nú tikið stig til eina áhugasíðu á facebook til frama fyri Hvalastøðina við Áir.
Endamálið við síðuni er, at kveikja áhuga fyri hvalastøðini við Áir og at savna tilfar, myndir, minnir o.a. um hvalastøðina. Vísir tað seg at áhugi er fyri hesum er ætlanin seinni at seta á stovn eitt áhugafelag, skrivar Sunda kommuna.
Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald