Mentan

Standmynd fyri Ólavi á Heygum skal standa við Fossá

Privatpersónar hava tikið stig til at gera standmyndina – kommunan letur økið

Tekning: Høgni Kastalag

Tekning: Høgni Kastalag

2021-03-08 16:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vestmanna kommuna fer nú undir at gera økið við áarmunnan beint heiman fyri Fossá klárt til standmyndina av Ólavi á Heygum, sum mæti myndahøgarin Hans Pauli Olsen er farin undir at evna.

Tað er ein bólkur av vestmanningum, sum hava tikið stig til at fáa í lag at seta upp ein varða yvir Ólav á Heygum, sum verður mettur at vera ein undangongumaður á nógvum økjum, eitt nú fyri at fáa telefon- og ravmagnskervi í Føroyum.

Í vetur søkti ein nevnd, ið kallar seg Standmyndanevndin vegna Ólav á Heygum, Vestmanna kommunu um at veita eitt øki at seta standmyndina á. Í hesi serligu standmyndanevndini sita Bjarni Heinesen, formaður, Jóannes Fonsdal og Bárður á Steig Nielsen.

Tá standmyndin er liðug og uppsett, er ætlanin at økið skal handast Vestmanna kommunu.

Upprunaliga var ætlanin, at standmyndin skuldi standa á Heygum við útsýni yvir Heyganes hav Ólavur hevði sítt virksemi. Men fyrireikararnir eru seinni komnir ásamt um, at hetta økið kortini ikki er so væl egnað, og í samráð við millum annað listamannin og borgarstjóran, hava tey ístaðin valt trýhyrnta økið við áarmunnan beint heiman fyri Sev-bygningin til at seta standmyndina á.

Ólavur á Heygum legði lunnar til tað, sum bleiv til Sev, tá hann í 1907 fór undir at laða eina byrging í Fossá fyri at gera streym burtur úr máttinum í vatninum. Ólavur á Heygum legði eisini fyrstu telefonlinjuna í Føroyum, hon var millum Vestmanna og Havnina. Hann var eisini millum stovnararnar av Føroya Banka, nú BankNordik.

Á fundi í Vestmanna Bygdarráð síðst í januar varð samtykt at játta 90.000 krónur til skipan av økinum.

Tað verður, sum sagt Hans Pauli Olsen, sum kemur at evna standmyndina, og hann hevur fingið arkitektin Høgna Kastalag frá arkitektavirkinum Fuglark, til at gera tekningina yvir økið. Teir báðir høvdu eisini eitt vælegnað samstarv í sambandi við standmyndina av marmennilinum, ið varð avdúkað í Elduvík síðsta summar.

Umsitingin hjá Vestmanna kommunu hevur sæð tekningar og skitsur av sjálvari standmyndini. Men hetta var gjørt í trúnaði, og ætlanin er ikki at almenningurin skal síggja hvussu standmyndin sær út, fyrr enn hon verður avdúkað.

Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi vera einaferð í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder