
Í dag varð arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja gamla starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi undirskrivaður.
Sáttmáli er gjørdur við Kanjon, sum fer undir arbeiðið í august. Ætlanin er, at bygningurin stendur klárur í 2027.
Fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur hildið til í bygninginum til fyrr í ár, tá fyrisitingin flutti í gomlu læknahúsini.
Bygningurin, sum er frá fyrst í 1960unum og stendur beint norðanfyri sjúkrahúsið, verður høvuðsumvældur og umbygdur. Bygningurin skal brúkast til ymiskar sjúkrahúsfunktiónir, m.a. verkstað, stuðulstænastur, íbúðir til sjúklingar og avvarðandi, sum koma til endurvenjing, íbúðir og kømur til heilsustarvsfólk, sum eru á vakt og í tíðaravmarkaðum størvum. Harumframt fær Sjúkraflutningstænastan skrivstovu, hvílirúm, kaffistovu og móttøku í bygninginum, skrivar Heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald