Innanlands

Starvsfólkini á LS mótmæla skiftandi leiðslu

Starvsfólkini savna inn undirskriftir fyri at stuðla Jóanis Erik Køtlum og mótmæla at politiska skipanin ikki skilur tørvin á LS

Starvsfólkini siga seg hava merkt avleiðingarnar av væntandi játtan í nógv ár (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Starvsfólkini siga seg hava merkt avleiðingarnar av væntandi játtan í nógv ár (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-03-14 10:32 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Við hesi innsavning av undirskriftum frá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum, vilja vit gera vart við okkara ónøgd um skiftandi og óstøðugu leiðsluviðurskiftini á LS seinastu árini. 

Tað stendur skriva á mótmælisskrivi frá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum. Skrivið liggur sum skilst frammi í ymiskum starvsfólkarúmum at skriva undir uppá. 

Uppsøgn hansara kom dátt við og enn eitt stjóraskifti er ein smeitur fyri LS

Í skrivinum verður lagdur dentur á, hvussu stórur týdningurin av góðari og stabilari leiðslu er í hesum tíðum, tá stórar og umráðandi verkætlanir liggja fryi framman. Nevnt verður samskipanin av Sjúkrahúsverki Føroya og ein umfatandi flyting í nýggjan H-bygning. 

Les eisini: Samskiftið við ráðið hevur verið óvirðiligt 

- Uppsøgn hansara kom dátt við og enn eitt stjóraskifti er ein smeitur fyri LS, staðfestir skrivið. 

Sum skilst er stór semja um mótmælisskrivið, og væntað verður, at nærum øll fara at skriva undir skjalið. 

Politiska skipanin skilur okkum ikki
- Sum starvsfólk á LS hava vit í fleiri ár merkt avleiðingarnar av, at játtanin ikki er nøktandi í mun til tað, sum krevst av LS, stendur í mótmælisskrivinum. Lagt verður afturat, at starvsfólkini ikki uppliva tað sum, at politiska skipanin skilur veruliga tørvin. 

Les eisini: Man kann uppliva alt so ymiskt 

- Tað hevur ikki eydnast at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið og politisku skipanina sum heild at skilja, hvør veruligi tørvurin er. Við hesi innsavning vilja vit stuðla J.E. Køtlum í, at tað hevur verið trupult at verða hoyrdur, stendur í skrivinum, áðrenn ein innilig áheitan kemur til Heilsu- og Innlendismálaráðið. 

Sum starvsfólk á LS hava vit í fleiri ár merkt avleiðingarnar av, at játtanin ikki er nøktandi

- Vit heita inniliga á Heilsu- og Innlendismálaráðið um, at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan og tryggja nøktandi umstøður fyri sjúklingar og starvsfólk á LS. 

Les eisini: Jóanis Erik Køtlum gevst sum sjúkrahússtjóri og forstjóri  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder