Innanlands

Statsadvokaturin skal meta um málið í Hvannasundi

Málið um sýslumannin og grindaformenninar, sum eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð, er latið víðari, staðfestir fútin fyri Kringvarpinum

Michael Boolsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-12 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fútin er komin í andglettin á ymsan hátt í seinastuni, og málið um djóravælferð í sambandi við grindadrápi í Hvannasundi á sumri hevur havt við sær, at grindaformenn í Norðoyggjum sýta fyri at drepa grind sum nú er.

Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í grindadrápinum, og stúra teir nú fyri avleiðingum; eisini er tað fyri at mótmæla støðuni.

Málið er nú farið víðari: Tað er latið statsadvokatinum.

Hetta stafestir Michael Boolsen fyri Kringvarpinum í dag. Meira vil fútin ikki siga um málið í køtuni. 

Uppskotið um grind og djóravælferð er nú komið aftur í tingið: Nýggja landsstýrið hevur borið tað niðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder