Innanlands

Steðgaði upp við Lítlu Dímun

Boð vórðu í gjárkvøldið eftir bjargingarbáti úr Hvalba at sleipa útróðrarbát til lands

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2025-05-30 18:22 Author image
Sverri Egholm

Klokkan 20 í gjárkvøldið fekk MRCC fráboðan frá einum útróðraribáti, sum varð uppsteðgaður við Lítlu Dímun.

Tað var eigarin av bátinum, sum boðaði frá og bað um sleip til Hvalbiar.

Bjargingarbáturin Royndin úr Hvalba tók sær av sleipinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald