Innanlands

Steðgaðu 150 bilum - 21 fingu bót

Løgreglan er úti um seg í ferðsluni um dagarnar. Í gjár vóru sonevndar paragraf-13 kanningar gjørdar á Glyvrum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-10 08:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur seinastu dagarnar verið nógv úti í ferðsluni, og steðgað bilum. Sonevndar paragraf-13 kanningar.

Í gjár steðgaði løgreglan bilum á Glyvrum, og arbeiðið seinastu dagarnar kann hava hjálpt, tí ikki eins nógvar bøtur vórðu givnar út, sum onkran av síðstu døgunum.

Umleið 150 bilar vórðu kannaðir, og í 21 førum var okkurt at senda fingurin á.

Størsti syndarin er, at fólk ikki hava koyrikort við sær. Tíggju fólk fingu bót fyri tað. Í átta førum var bót givin fyri lyktafeilir, og slitin dekk í fimm førum.

Ein hevði ikki skavað kavan av bakrútinum, og ein nýtti handhildna telefon undir akstri.

Tveir bilførarar nýttu ikki trygdarbeltið, og í einum øðrum føri var eitt barn ikki íbundið. Hetta fær bilførarin klipp fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder