Miðflokkurin gekk sera nógv fram á Fossenesi, hóast Irdi Jacobsen ikki var á listanum hesaferð. Avloysarin hjá henni gjørdi eitt ordans hál.
23-ára gamli Steffan Klein Poulsen, ið lesur búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, fekk 86 av teimum 89 atkvøðunum hjá Miðflokkinum.
Hetta gjørdi Miðflokkin til næststørsta flokkin á valstaðnum, har 302 atkvøður vóru. Talan var um 29,5 % - ein framgongd á heili 17,8 prosent. Fólkaflokkurin hevði 103 - 34,8 prosent av teimum.
Hesar atkvøðurnar kunnu flyta nógv hjá Miðflokkinum, ið eftir at 30 valstøð eru upptald hevði 200 atkvøður og næstan 6 %. Steffan Klein Poulsen er i løtuni greitt á odda á lista H við 95 atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald