Í sambandi við tingfundin í morgin, 20. november, har munnligir fyrispurningar eru á skránni, ætlar Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um fosturtøku.
Fyrispurningar til landsstýrismannin eru soljóðandi:
Eru medisinskar fosturtøkur ein partur av fosturtøkutalinum sum verður kunngjørt hvørt ár?
Hvussu nógvar av fosturtøkunum eru framdar ávikavist medisinskt og skurðligt (kirurgisk) frá 1994?
Vera orsøkirnar til fosturtøku í Føroyum skrásettar? Um ja, kann landsstýrismaðurin geva okkum innlit í hesi tølini?
Í viðmerking vísir Steffan Klein Poulsen á, at 25 fosturtøkur vórðu framdar í fjør, og at talið er minkað seinastu árini.
- Um hugt verður at tølunum frá 1994 fram til 2018, sást týðiliga at tað er ein minkandi tendensur. Afturi í 1994 vóru 57 fosturtøkur framdar, sum er meir enn dupult so høgt samanlíknað við tær 25 í 2018. Hetta er til at gleðast um. Óansæð hvørja lóggávu ymsu áhugabólkarnir ynskja, er alment kent, at allir ella flestu føroyingar ynskja at fosturtøkutalið verður so lágt sum møguligt.
Fyri at minka um talið av fosturtøkum er sera hent at kenna hvørjar orsøkirnar eru til, at fosturtøkur verða framdar, sigur Steffan Klein Poulsen, og eisini er gott at vita, hvat verður talt við í fosturtøkutalið, sum verður upplýst fyri almenninginum á hvørjum ári.
- Hesini tølini vildu saman givið, politikarum og áhugabólkum í Føroyum fleiri amboð til at grípa inn í tey øki, sum veruliga koma at lækka fosturtøkutalið. Hetta er orsøkin til at spurt verður um hagtøl viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald