Strandavegurin - frá Hulkavegnum og út til niðankoyringina til Heilsumiðstøðina - verður nú stongdur fyri tí løttu ferðsluni, frá seinni í dag, mikudegnum 6. mars 2019, og so leingi arbeiðið varir.
Tunga ferðslan kemur tó framvegis at koyra eftir Strandavegnum. Sjóvar kommuna heitir á heimasíðunin á tungu ferðsluna um at vísa ansni, tí arbeitt verður á og rundan um vegirnar á hesum vegastrekkinum.
Í hesum sambandi er Sjóvarvegur knýttur í Strandavegin, sum sæst á myndini omanfyri. Lætta ferðslan kemur tí ístaðin at koyra eftir Sjóvarvegnum, meðan arbeiðið varir.
Hendan broytingin í ferðsluviðurskiftunum kemur at ávirka ferðsluna á Sjóvarvegi, Sjóvarbrekku og Fløtuvegnum. Hesir vegir eru smalir ymsastaðni, og fleiri hús standa tætt við vegin. Tí heita vit eisini her á bilførarar um at vera ansnir í ferðsluni, nú ferðslan á hesum vegastrekkjum økist munandi.
Í fyrstu syftu verður væntað, at Strandavegurin verður stongdur fyri lættari ferðslu í 2-3 vikur. Meir kunning kemur seinni.
Myndin niðanfyri vísir eitt kort yvir økið. Reyða linjan er stongda vegastrekkið, ímeðan bláa linjan vísir, hvussu koyrast kann fyri at koma aftur á Landsvegin (Strandavegin).
Møguligt verður at koyra til bátahylin við Sjógv norðanífrá.
Myndir, sum lýsa ferðsluviðurskiftini á Strandavegnum, eru at síggja her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald