Innanlands

Steingja veg so at børnini sleppa at skreiða

Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at steingja Sjóvartún til at skreiða á, tá kavi er

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2019-01-30 16:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at steingja Sjóvartún til at skreiða á, tá kavi er. Eisini samtykti Bygdarráðið í sama viðfangi at steingja Bakkaveg frá Hórðará inn til vegamótið Bakkavegur/Skálavegur.

Broytingarnar verða vístar við skeltum, tá nóg mikið av kava er til at skreiða, og skeltini verður tikin burtur, tá tað ikki er skreiðandi.

Hetta merkir, at Sjóvartún ikki verður grivið og saltað, tá kavi er, skrivar kommunan. Bakkavegur verður tó grivin og saltaður sum vanligt.

Tá kirkjugongd, jarðarferð og tiltøk annars eru í kirkjuni, verður Bakkavegur ikki stongdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder