
Hóskvøldið 10. apríl fer Steintór Rasmussen at hava konsert í høllini í Kaldbak.
Steintór Rasmussen er ein av teimum sum hevur myndað tónleikapallin í Føroyum tey seinastu 40 árini. Hann hevur skrivað fleiri hundrað sangir og gjørt bæði tekstir og løg, sum eru blivin fólkaogn.
Við sínum hjartanemandi og talandi songum, so sum tey nýggjastu hittini "Tað kundi verið eg" og "Av øllum tí góða, sum Gud hevur gjørt", fer Steintór at leiða okkum gjøgnum lívssøgur, gleðir og brot úr gerandisdegnum – alt pakkað inn í fangandi løg og sterkar tekstir, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Konsertin verður, sum áður nevnt í høllini í Kaldbak, hóskvøldið 10. apríl klokkan 19.39. Við sær hevur Steintór dóttir sína Rakul Ró, og Heina Z. Dahl.
Ocean Rainforest og Økistónar hava stuðlað konsertini. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Neyðugt er at gjalda við reiðum peningi, og kaffi, te og okkurt søtt er við í prísinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald