Undanfarna sunnudag var ungi guðfrøðingurin, Steintóra Gleðisheygg Joensen úr Vági, prestvígd av Føroya biskupi í dómkirkjuni í Havn.
Og í gjár varð hon so skipað sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara Prestagjaldi. Uni Næs, dómpróvstur, stóð fyri hesum á hátíðarligari gudstænastu í Vesturkirkjuni.
Steintóra Gleðisheygg Joensen er sett sum sóknarprestur fyri Hera Joensen, sum herfyri fekk farloyvi í eitt hálvt ár.
Steintóra Gleiðisheygg Joensen verður sóknarprestur í Vesturkirkjuni og hinum kirkjunum í Suðurstreymoyar vestara Prestagjaldi frá 15. apríl til 31. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald