Uttanlands

Steinur frá Mars seldur fyri 27 milliónir krónur

Ein loftsteinur, sum varð funnin í Niger í 2023, varð mikudagin seldur á uppboðssølu hjá Sotheby's í New York

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-17 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð ein steinur seldur á uppboðssølu  hjá auktiónshúsinum Sotheby's í New York fyri 4,3 milliardir dollarar, sum svarar til 27,6 milliónir í okkara krónum.

Talan er um størsta loftstein frá gongustjørnuni Mars, sum nakrantíð er funnin á Jørðini.

Steinurin vigar yvir 24 kilo og er 38 centimetrar langur - tað er 70 prosent størri enn næststørsti loftsteinurin av Mars, sum mann veit um, skrivar Ritzau.

Steinurin er farin 225 milliónir kilometrar gjøgnum rúmdina, áðrenn hann landi í Sahara-oyðimørkini. Hann varð funnin í Niger í november 2023.

Nýggi eigarin av loftsteininum er ikki almannakunngjørdur, og er tað tí ógreitt, um hann verður partur av einum almennum ella privatum savni.

Við avgjøldum er prísurin fyri loftsteinin 5,3 milliónir dollarar - 34 milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder