Innanlands

Stella Maris-bygningurin uppetin av fýri

Tað avmarkar í sjálvum sær sera nógv, hvussu nógv kann endurnýtast, men Tórshavnar kommuna sigur, at alt nýtiligt er farið væl út úr húsinum

2023-03-20 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sær keðiligt út á myndunum, um eru á sosialum miðum, og sum Portalurin vísti í gjár, ásannar kommunan, nú fleiri undraðust á at fleiri at síggja til brúkligir lutir lógu eftir tá Stella Maris varð rivið niður í síðstu viku.

Men í veruleikanum vóru Stella Maris-húsini væl og virðiliga tømd, áðrenn tey vórðu rivin niður, sigur Tórshavnar kommuna. 

Ein av høvuðsorsøkunum fyri at ríva Stella Maris-bygningin niður var, at bygningurin var uppetin av fýri. Tað avmarkar í sjálvum sær sera nógv, hvussu nógv kann endurnýtast, og eisini, hvussu nógv kann flytast úr bygninginum.

[object Object](Mynd: Heine Lützen)

- Áðrenn sáttmáli varð gjørdur við HVT um niðurtøku, stóð bygningurin tómur í eitt hálvt ár. Teir lutir, sum Barna- og ungdómsdeildin kundi endurnýta aðrastaðni, vórðu í tí tíðarskeiðnum tiknir úr bygninginum.

- Síðani HVT fekk heildararbeiðstøkuna, hava teir gjørt fleiri avtalur við avtakarar av td. trappum, vøskum, vindeygum og øðrum tilfari. Tað vísir seg tíverri, at fleiri av myndunum, sum eru á sosialu miðlunum, eru myndir av tilfari, sum var frásorterað til avheintingar, sigur Johan Syderbø, leiðari á bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Dagstovnaleiðarin, Jeanette Joensen, sigur, at uppruddingin av Stella Maris í fjør summar var sera umfatandi. Tað fyrsta, sum fór út av húsinum, var alt tað, sum Skjalasavnið skuldi goyma.

- Sankta Jósef, sum skuldi lata vøggustovu upp eftir summarfrítíðina, komu síðan í Stella Maris at taka alt tað, tey kundu nýta.

- Somuleiðis fór ymiskt til Lonirnar í Hoydølum og til Dagstovnin á Løgmannabreyt. Haraftrat var Reyði Krossur inn á gólvið eftir leikum til teirra móttøkuhús, og Kvinnuhúsið fekk nógvar kassar av leikum og bókum til børnini.

- Tey seinastu, sum komu inn á gólvið í Stella Maris, vóru tey hjá Dugna, sum komu við teirra stóra vøruvogni at taka alt tað, tey kundu endurnýta, sigur Jeanette Joensen.

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at okkurt hevur ligið eftir. Avgamlar rustaðar súkklur og fuktfongdir vognar og møblar, sum ongin ynskti sær orsakað av fukt og vanda fyri fýri. Í veruleikanum var alt nýtiligt farið væl út úr húsinum.

Les eisini: Vøggustova rivin niður í skundi: Dukkur, vask, súkku og annað lá eftir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder