Aftur í ár verður tónleikakappingin Stella Polaris á skránni.
Hesaferð verður kappingin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum í døgunum 18. – 20. februar.
Í ár luttaka 66 børn og ung í trimum aldursbólkum, og hetta er hægsta luttakaratal, sum nakrantíð hevur verið, síðan kappingin fór av bakkastokki á fyrsta sinni í februar 2014, verður upplýst í tíðindaskrivi.
Kappingin hevur til endamáls at geva ungum evnaríkum tónleikarum, sum spæla klassiskan tónleik, rásarúm og at seta sjóneykuna júst á hetta økið.
Stella Polaris ynskir sostatt at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapargleði, menning og dygd, umframt at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.
Kappingin byrjar hósmorgunin klokkan 10 við aldursbólkinum 13 ár og yngri. Í hesum bólkinum eru 29 luttakarar. Virðislønahandan verður klokkan 17.
Fríggjadagin klokkan 9.30 byrjar kappingin hjá teimum, sum eru í aldursbólkinum 14 til 18 ár. Í hesum bólkinum eru 28 luttakarar. Virðislønahandan verður klokkan 17.
Síðani verður kappingin fyri aldursbólkin 19 til 24 ár leygardagin klokkan 12. Hesin aldursbólkurin hevur níggju luttakarar. Virðislønahandan verður klokkan 17.
Fimm dómarar eru í dómsnevndini, sum skulu meta um avrikini hjá luttakarunum: Páll Sólstein, høvuðsdómari, Eyðun á Lakjuni, ið umboðar tónleikagreinina í breiðari merking, Heiðrun Petersen, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla, Jógvan Zachariassen, umboð fyri áhoyraran, og Hans Petur í Brekkunum, umboð fyri Føroya Symfoniorkestur.
Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar Musikkskúla sum stendur fyri kappingini, og Johan Hentze samskipar. Høvuðsstuðul hjá Stella Polaris 2021 er Betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald