Leygardagin var seinasti kappingardagur í ársins útgávu av Stella Polaris-kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar. Í gjár var tað tey í aldursbólkinum 19 til 24 ár, sum kappaðust í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Tilsamans luttóku 65 børn og ung úr øllum landinum. Hósdagin framførdu 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár, fríggjadagin framførdu 27 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár, og leygardagin framførdu níggju tónleikarar.
Dómsnevndin í ár er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.
Áðrenn Páll Sólstein kunngjørdi úrslitið av kappingini í gjár, segði hann, at støðið var sera høgt og serstakliga javnt, eins og tað var í yngru bólkunum hósdagin og fríggjadagin.
Hann segði eisini, at støðið á ungu tónleikarunum í Føroyum hevur verið fyri stórari menning síðstu árini, bæði tónleikaliga eins og tekniskt. Hetta er fyrst og fremst einari vælvirkandi musikkskúlaskipan og dugnaligum tónleikalærarum at takka. Eisini vísti hann á týdningin av, at ungar spírar hava møguleika at kappast og mennast í einari kapping sum Stella Polaris.
Á seinasta kappingardegi í Stella Polaris 2021, var tað Aksel Remmel, ið spældi klaver, sum fór av stað við fyrstu virðisløn. Onnur virðisløn fór til Helenu Joensen, sum eisini spældi klaver. Triðja virðisløn fekk violinspælarin Andrias Blaasvær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald