Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, rútmiskar tónleikarar, verður hildin í Tórshavnar Musikkskúla í døgunum 10 - 12 februar 2022. Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.
Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í Føroyum. Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild.
Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: Til og við 17 ár og 18 til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina.
Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.
Luttakarar melda til í seinasta lagi 1. februar 2022
Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald