Stella Zachariassen hevur aftur í ár málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð verður framsýningin í døgunum 28. januar til 1. februar.
Heitið á málningaframsýningini er HEIMLANDIÐ, og eru hetta málningar hjá Stellu, sum lýsa Føroyar gjøgnum hennara eygu.
Stella vísir við sínum litríku málningum ymisk fyribrygdi, mentanarvirði, lív og náttúrustøð, sum hon fangar tað við sínum eygum.
(Mynd: Stella Zachariassen)
Stella tekur í løtuni eina listútbúgving, og er tað við hesum ymisku førleikum, at hon hevur málað hesar málningar. Meira um listakvinnuna kann lesast á Facebooksíðu hennara.
Framsýningin er opin soleiðis:
28/1: 12-18
29/1: 10-16
30/1: 14-18
31/1: 12-18
1/2: 12-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald