Innanlands

Stendur væl til í Norðoyggjum

Arbeiðsloysið er sera lágt í Norðoya sýslu

2018-06-25 13:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at nógv arbeiði er í Norðoyggjum, meðan minst er í Suðuroynni.

Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Norðoya sýslu við 1,4%, Norðstreymi og Vágum við 1,5% og Sandoyar sýslu við 1,7%.
- So er eitt glopp upp til Eysturoyar sýslu við 2,0% og Suðurstreym við 2,3%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,1%. Tað hevur annars verið fallandi, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6% niður í 4% í februar, men er síðani farið upp aftur á gott 5%.

Í øllum sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum, har tað munurin er lítil og ongin.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,0%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,7%.

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er hækkað úr 1,6 upp í 2,0% og Suðuroy, har tað er vaksið úr 4,0 upp í 5,1%. Størsta minkingin er í Sandoy,  úr 2,3 niður 1,7%. 

Verður hugt fleiri ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars, og munurin heldur økist enn minkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder