Hvussu fáa vit ment ferðavinnuna, samstundis sum vit framhaldandi kunnu fáa gleði og gagn av okkara náttúru uttan at oyðileggja hana?
Hesar spurningar arbeiða tey við í UNESCO Global Geopark netverkinum, og í farnu viku var føroyski landafrøðingurin, Lis Mortensen á griksku oynni Lesvos, har UNESCO í samstarvi við universitetið á Lesvos hevði skeið um júst slíkar spurningar, sum eru so viðkomandi í Føroyum, nú ferðavinnan støðugt vindur uppá seg, og støðugt fleiri rópa varskó um slit í náttúruni.
Evnið á skeiðinum er Tillaging til veðurlagsbroytingar og dømi um, hvussu tað ber til at minka um oyðilegging av náttúruni. Á skeiðnum varð kunnað um sonevndar ”Geoparkir”, ið eru náttúruøki við altjóða jarðfrøðiligum týdningi. Endamálið er at verja jarðfrøðiliga margfeldið og at miðla náttúruarvin og mentanararvin, umframt at fremja burðardygga menning til gagns fyri fólk og vinnu í økinum.
Skeiðið var fyri starvsfólk á Geoparkum kring allan heim, jarðfrøðingar og onnur, ið arbeiða við burðardyggari menning og ferðavinnu í útjaðaraøkjum.
Fyri Føroyar er tað áhugavert, tí tað ber til at søkja um at gerast ein UNESCO Global Geopark. Í løtuni verður arbeitt við at stovna eina geopark eftir hesum leisti í Føroyum. Ætlanin er, at Geoparkin skal hava miðstøð í Suðuroy, ið hevur serligan jarðfrøðiligan áhuga, men at geoparkin kortini skal fevna um allar Føroyar, skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.
Av tí, at Geoparkirnar samstarva og deila vitan í einum netverki, høvdu vit soleiðis komið inn í eitt sterkt netverk – og vit kundu lært av royndunum hjá hinum limalondunum.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, fegnast um, at stig verða tikin til at seta eina geopark á stovn í Føroyum.
- Tað hevur stóran týdning, at vit fáa styrkt tilvitið um náttúruna kring okkum, og at ferðavinnan, ið hevur stóran búskaparligan týdning fyri okkum, verður ment á ein burðardyggan hátt. Tað kann eitt netverk sum UNESCO Global Geoparks hjálpa okkum við, sigur Hanna Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald