Uttanlands

Stillar ikki upp í 2028

Um Trump tapir forsetavalið í november, fer hann ikki at gera enn eina roynd at verða afturvaldur um fýra ár, sigur hann

Hetta er triðju ferð, at Trump stillar upp sum forsetavalevni hjá Republikanarunum (Mynd: EPA)

Hetta er triðju ferð, at Trump stillar upp sum forsetavalevni hjá Republikanarunum (Mynd: EPA)

2024-09-23 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanska forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin, 78 ára gamli Donald Trump, kann ikki ímynda sær, at hann fer at stilla uppaftur um fýra ár, um hann tapir komandi forsetavalið í november.

Tá hann undir samrøðu í sendingini Full Measure, sum varð almannakunngjørd sunnudagin, varð spurdur, um hann fer at gera enn eina roynd at sleppa innaftur í Hvítu Húsini í 2028, um tað ikki eydnast honum í november, svaraði hann:

– Nei, tað fari eg ikki. Eg haldi, at so er tað tað. Tað kann eg yvirhøvur ikki síggja fyri mær.

Tað er 5. november, at amerikanarar skulu velja millum Donald Trump og Kamalu Harris, og hetta er triðja forsetavalið á rað, at Trump er uppstillaður sum valevni hjá Republikanarunum.

Fyrstu ferð hann stillaði upp var í 2016, tá hann vann á Hillary Clinton. Í 2020 royndi hann at verða afturvaldur, men Joe Biden fór av stað við sigrinum, og nú ger hann so enn eina roynd, og tað verður eftir øllum at døma eisini tann seinasta.

Trump leggur afturat, sambært Ritzau, at hann vónar, at tað fer at ganga væl hjá honum 5. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder