Mentan

Stillførur franskur filmur um móðir og dóttir

“Petite Maman”, sum fær framúr ummæli úti í heimi, er ein vøkur og gandakend søga um hugflogið og ta styrki, sum býr í minninum millum ættarlið, sigur Filmsfelagið, sum vísir filmin mikukvøldið 26. januar

2022-01-20 22:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franska Céline Sciamma (f.1980) er aftur á løriftinum við einum filmiskum meistaraverki. Fyrr hevur hon verið sædd í Filmsfelagnum við fleirfalt virðislønta filminum ”Portrait of a Lady on Fire”, og 26. januar verður nýggi filmurin "Petite Maman" at sýggja.

“Petite Maman”, sum fær framúr ummæli úti í heimi, er ein vøkur og gandakend søga um hugflogið og ta styrki, sum býr í minninum millum ættarlið. Hetta er hjartagrípandi søgan um móðir og dóttir, ið neyvan áður er søgd so hárfín, og við so góðum innliti og so sterkari nærveru á filmi, tá ræður um at missa og at fáa í lívsins viðurskiftum, skrivar Filmsfelagið.

Átta ára gamla Nelly, ið hevur mist ommuna, sum stóð henni nær, hjálpir foreldrunum at rudda í barnaheiminum hjá mammuni, Marion. Nelly fer at leita, ikki bara í húsunum, men eisini í skógini, har mamman spældi, tá hon var lítil genta, so sum Nelly hevur hoyrt í søgum frá mammuni.

So fer Marion einsamøll aftur til staðin, og sama dag møtir Nelly eini javnaldrandi gentu í skógini. Gentan byggir eina smáttu, gentan eitir Marion, og hon spyr Nelly, um hon vil vera við og hjálpa at byggja.

Filmurin er ein tíma og 12 minuttir langur, og verður hann, sum áður nevnt, vístur í Filmsfelagnum mikuvkøldið 26. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder