Innanlands

Stilt og lítið avfall

Veðrið vísir seg frá síni betru síðu

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-05 16:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá stillari veðri hesar dagarnar og lítið og einki avfall verður.

Veðurforsøgnin sigur frá andøvsgul til frískan vind av landnyrðingi eystan, millum 6 og 8,5 m/s. Í kvøld er eitt sindur av avfalli, millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin um 4 til 5 hitastig.

Í morgin er stilt í veðrinum fram til um kvøldið, tá hann dregur eitt sindur í luftini. í nátt og fyrrapartin verður gul til andøvsgul av eystri millum 4 og 7 m/s. Okkurt lítið æl, millum 0,1 mm. Seinnapartin verður andøvsgul til frískan vind av landnyrðingi, millum 7 og 11 m/s. Hitin millum 4 og 5 hitastig alt døgnið.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder