Løgreglan var í gjár á vitjan hjá einum persóni, sum nú verður skuldsettur fyri handilsstuldur.
Tað var ein handil í Havn, sum um 18-tíðina í gjár boðaði frá um stuldurin, sum er farin fram fyri fleiri døgum síðani.
Men ein gjøgnumgongd av upptøkunum frá vakmyndatólinum í handlinum vísti ein persón, sum hevði stolið parfumu og annað. Persónurin kendist aftur á myndunum, og kundi sostatt ikki vísa stuldrinum aftur, tá løgreglan kom at vitja.
Um sama mundið í gjárkvøldið fór ein patrúlja hjá løgregluni út í eitt heim í høvuðsstaðnum, har illstøða var komin millum búfólkini.
Ein av persónunum var so uppøstur, at løgreglan valdi at handtaka viðkomandi, sum var sitandi á politistøðini í góðar tveir tímar innan viðkomandi kundi leyslatast aftur, upplýsir vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald