Innanlands

Stjórnin: - Har eru framvegis nógv ivamál

Panelið viðgjørdi støðuna við Suðuroyartunnlinum, nú álitið og viðgerin av álvara nærkast. Jóannes Eidesgaard er alt annað enn bergtikin av Tunnilsfelagnum

Jóannes Eidesgaard í Stjórnini (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Eidesgaard í Stjórnini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-19 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Statslán, linjuføring, trygd og ymiskt annað.

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen viðgjørdu málið við Suðuroyartunnlinum. í Stjórnini á FM1 í gjár - nógv umrødda málið sum skjótt kemur fyri løgtingið aftur.

Sí eisini: Álit á veg í kvøld - málið kemur mest sannlíkt fyri í næstuviku

Hóast panelið hevði jaligan hugburð á nøkrum økjum, so fýltist serliga Jóannes Eidesgaard á arbeiðslagi hjá Tunnilsfelagnum

- Tað er ikki nóg gott. Tað er longu ov nógvur ivi sáddur um trygdina, og man kann siga, at Tunnilsfelagið hevur dumpað.

- Tað skuldi ikki verið nakar ivi tá vit eru komin her til - serliga ikki í mun til trygdina, staðfesti Heðin Zachariasen.

Hoyr Stjórnin - Politikkur á Skák frá í gjár her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder