Innanlands

Stjórnin setur trimum forfólkum stevnu - Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hittast aftaná

Beinleiðis valútvarp og stroyming úr Miðlon frá kl. 17 til kl. 20: Fyrst Ruth Vang, Jenis av Rana og Sámal Petur í Grund saman við Stjórnarlimum og síðani hólmgonga. Fylgið við á FM1 og Portalinum

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hittast aftur í Miðlon í kvøld. Hesaferð verða tað ikki forfólkini, men tað verða beinleiðis kjak millum valevni hjá teimum báðum flokkunum - Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg til Stjórnina í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hittast aftur í Miðlon í kvøld. Hesaferð verða tað ikki forfólkini, men tað verða beinleiðis kjak millum valevni hjá teimum báðum flokkunum - Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg til Stjórnina í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-18 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður eitt stórt politiskt kvøld í auditorium í Miðlon og á Portalinum og FM1 í kvøld.

Byrjað verður við "Stjórnin - Politikkur á Skák", sum er til vanliga tíð: Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 17; umleið klokkan 17.15.

Sendingin verður tó longri enn vanligt, við áhoyrarum í salinum og við trimum politikkarum afturat teimum trimum í fasta panelinum.

Talan er um forfólkini í teimum trimum smáu flokkunum: Ruth Vang (Framsókn), Jenis av Rana (Miðflokkurin) og Sámal Petur í Grund (Sjálvstýri). Tey skulu kjakast við hvønn annan - og við royndar politikkarar.

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen sita til reiðar at grilla politikkarar og kjakast við teir. Árni Gregersen verður sum vant vertur.

Í síðstu viku var líknandi sending við Sirið Stenberg og Bárði á Steig Nielsen. Finn alla sendingina her

Video: Onkutíð veit eg ikki hví Bárður fer upp um morgnarnar

[object Object]Heðin Zachariasen og Jóannes Eidesgard í  Stjórnini fyri viku síðani. Í dag eru teir aftur til reiðar i Miðlon 

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Fleiri myndir: Valstjórnin í Miðlon

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hittast aftur í Miðlon í kvøld. Hesaferð verða tað ikki forfólkini, men tað verða beinleiðis kjak millum valevni hjá teimum báðum flokkunum.

Talan verður um tríggjar hólmgongur, har seks ymisk valevni royna seg, og har spurningar til hvønn annan, úr salinum og frá okkum vera. 

Kjakið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi byrjar beint eftir Stjórnina; um 19-tíðina. 

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

Sendingin sæst eisini beinleiðis á R2 hjá Telvarpinum og á Rás1 klokkan 21 í kvøld.

Leinkja til stroyming kemur út á Portalin stutt áðrenn sendingarnar byrja 

[object Object]
Nógv spennandi á skránni í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder