Mikudagur er, og tað merkir, at Stjórnin - politikkur á skák er á skránni á FM1. Hetta eftir tíðindini klokkan 17.
Eftir at hava lisið tey, fær Árni Gregersen fastar gestir inn í rásarúmið. Ein vantar í dag, Heðin Zachariasen, men Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard eru við sum vant.
Seinast varð nýggja veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og FM1 í síðstu viku, viðgjørd. Tað verður hon partvíst eisini í dag.
Hetta tí svarini uppá ein spurning ikki eru komin út - tað gera tey seinni í dag. Hesin snýr seg um ríkisrættarligu støðuna: Hvørt Føroyar skulu vera ein statur í einum møguligum ríkjafelagskapi ella ikki.
Føroyskir politikkarar hava seinastu dagarnar roynt at gjørt vart við seg í finska høvuðsstaðnum, har Norðurlandaráðið hevur havt fund - á einum staði har tað júst er torført at fáa ávirkan vegna núverandi ríkisrættarligu støðuna.
Misljóð er komið í millum fleiri leiðarar, av tí at norski forsætisráðharran Jonas Gahr Støre og finski forsetin, Alexander Stubb hava tosað í telefon við Vladimir Putin. Hetta uttan at siga millum annað Mette Frederiksen frá - og hetta er danski forsætisráðharrin ónøgd við. Í gjár vórðu orðini kastaði ímillum norðurlendsku leiðararnar.
Sí eisini: Støre og Stubb hava tosað við Putin
Val til Knesset í Ísrael var í gjár. Úrslitið sær út til at geva fleiri spurningar enn svar, sum nú er - millum annað um støðuna hjá nógv umrødda Benjamin Netanyahu. Støðan verður umrødd í Stjórnini, sum hoyrist og sæst klokkan 17.15 - og aftaná á Portalinum og á fm1.fo.
Les eisini: Netanyahu sær ikki út til at fáa meiriluta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald