Uttanlands

Støre og Stubb hava tosað við Putin

Mette Frederiksen firtin um at hinir norðurlendsku stjórnarleiðararnir ikki eru spurdir eftir. - Vit ynskja frið - tað ger Russland ikki.

(Savnsmynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

(Savnsmynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

2026-10-27 11:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag tosað í telefon við norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre og finska forsetan, Alexander Stubb.

Tað boðar norska forsætismálaráðið frá, skrivar NRK, sum eisini veit at siga, at telefonsamrøðurnar vórðu gjørdar í samráð við Ukraina. Tað vóru Stubb og Støre, sum tóku stig til samrøðna.

Endamálið var at tosa um russiska álopskríggið móti Ukraina, diplomatiska arbeiðið við at fáa enda á krígnum og skapa frið og støðufesti í Evropa, skrivar norska forsætismálaráðið.

Russiska Tass tíðindastovan skrivar, at Putin, Støre og Stubb eru samdir um at halda fram við sambandinum.

Putin skal hava gjørt greitt, at friður einans er møguligur, um “tað fult og heilt verður tikið undir við áhugamálunum hjá Russlandi”.

Mette firtin

Henda telefonsamrøðan er ikki væl móttikin hjá øðrum norðurlendsku stjórnarleiðarum, sum í hesum døgum eru staddir í Helsingfors á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum.

Tað tykist sum danska Mette Frederiksen er gott gamaldags firtin inn á Støre og Stubb.

Í almennara fráboðan sigur Metta Frederiksen, at hon er sera ivasom um hetta norska og finska átakið, sum er gjørt uttan at spyrja hinar stjórnarleiðararnir eftir.

- Eg síggi ongi tekin um, at Russland ynskir frið við Evropa, hvørki viðvíkjandi hybridstríðnum, sum gongur fyri seg hvønn einasta, og heldur ikki í mun til Ukraina, har tað dagliga verður lopið á og fleiri fólk liggja eftirá.

- Eg haldi, at Evropa heldur skal standa saman, enn at fara solo, skrivar Mette Frederiksen millum annað.

- Vit ynskja øll frið. Tað er týðuligt, at Russland ikki ger tað. Tí haldi eg, at vit skulu vera varin við at geva Putin ein møguleika, sum hann ikki hevði fyri fáum tímum síðani.

- Nú er onkur, sum fer einsamallur. Tað hava vit sæð fyrr úr øðrum londum. Eg haldi, at vit heldur skulu standa saman og tosa við einari rødd og verja okkum móti einum Russlandi, sum ikki ynskir frið.

- Eg havi sagt, at eg eri ósamd. Tað eri eg eisini, eins og Danmark er tað, skrivar Mette Frederiksen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder