Innanlands

Stjórnin um samgongusamráðingar

Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen viðgera støðuna, nú meira og meira bendir á, at ein ABC-samgonga verður skipað. Stjórnin - politikkur á skák verður send eftir tíðindini klokkan 17

Jóannes Eidesgaard hevur í almennum boðum ávara sín gamla flokk um samgongusamstarv (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Eidesgaard hevur í almennum boðum ávara sín gamla flokk um samgongusamstarv (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-01 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Politiska støðan er framvegis spent, hóast størri og størri sannlíkindi eru fyri, at ABC-samgongan verður veruleiki.

Sì eisini: Skulu hava meira í skjalið áðrenn stutta páskaferiu

Í dag umleið klokkan 17.15 - beint eftir tíðindini á FM1 - verður "Stjórnin - politikkur á skák" á skránni.

Har verður støðan, hvat samráðingunum viðvíkur, sjálvandi viðgjørt. Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard vitja Árna Gregersen í rásarúminum og seta orð á støðuna - og kanska hvat hoyrist á vatnrørunum.

Sí eisini:  - Javnaðarflokkurin eigur at hugsa at fara í andstøðu

Hugt verður eisini eitt sindur eftir uttanríkispolitisku støðuni.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder