Innanlands

Stjórnin: Veðurlagslóg og kommunusamanleggingar á skránni

Hugt verður eisini eftir politisku støðuni sum heild. Sendingin verður beinleiðis á FM1 klokkan 17.10

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-02-04 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagur er, og hetta merkir at Stjórnin - politikkur á skák er á skrá á FM1.

Frá klokkan 17.10 fara Árni Gregersen og teir í panelinum at taka pulsin á evnum, sum eru frammi.

Í gjár vóru Ben Arabo og Jón Kragesteen í rásarúminum og kjakaðust um umhvørvið og grøna orkuskiftið, og í dag verður veðurlagslóg eisini sett á breddan.

Lurta her: Kjak: - Ov nógv skrivstovuveldi ger tað trupult at fremja grøna orkuskiftið

Kommunusamanleggingar verða mest sannlíkt í størri mun á breddanum skjótt, og tað hyggja royndu menninir eisini eftir.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum.

Stjórnin - politikkur á skák er á skránni hvønn mikudag eftir tíðindini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder