2025-03-06 09:39

Støðan hjá Frans páva í Rom tykist vera stabiliserað aftur, ljóðaðu boðini úr Vatikaninum í gjár.
Pávin hevur verið innlagdur í tríggjar vikur við álvarsligum lungnabruna.
Boðini frá Vatikaninum søgdu, at pávin hevur kunnað átikið sær nakrar smærri arbeiðsuppgávur frá sjúkrasongini. Seinast pávin var førur fyri tað, var 27. februar.
Sambært læknunum er hann tó ikki enn uttan fyri vanda. Vatikanið upplýsti, at pávin liggur í einum andingartóli um náttina, men ikki hevur havt tað fyri neyðuni gjøgnum dagin, skrivar Reuters.
88 ára gamli pávin varð innlagdur á Gemelli sjúkrahúsið í Rom 14. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald